Bailine hjálpti Rana

Rani Allansson Dalsgarð er úrvalsfimleikari á meistarastigi bæði í Føroyum og uttanlands. Tað hevur hann prógvað fleiri ferðir.

Kortini er heldur ikki Rani sloppin undan trupulleikum á síni roysnisleið. Hann hevði onkrar ryggtrupulleikar, og skikkað vinfólk og avvarðandi ráddu honum til at seta seg í samband við Bailine og vita, um hann kundi fáa hjálp her.

Rani visti ikki, hvat Bailine var fyri nakað, men skjótt varð honum greitt, at klinikkin fekk skeiklaðar vøddar í rættlag aftur.

Rani avráddi at lata Bailine geva sær ta viðgerð, ið fyribyrgdi skaða og venja teir vøddarnar, sum hann ikki fekk vant sjálvur.

– Tann styrkin, sum eg manglaði, hana fekk eg vant, eg fekk vant teir røttu vøddarnar, sigur Rani.

Hann følir, at hann fær væl burtur úr viðgerðini hjá Bailine.

– Eg føli, at tað ger mun. Eg føli, at eg verði sterkari, og eg føli, at viðgerðin hjá Bailine fyribyrgir skaða.

Ein úrvalsfimleikari sum Rani Allansson Dalsgarð venur nógv og eigur at fáa tann rætta kostin, og hjá Bailine hevur hann eisini fingið holla ráðgeving um rættan kost og kosttilskot annars soleiðis, at hann fær vant optimalt.

– Eg havi fingið tað gott og havi fingið sera góða vegleiðing. Eg mæli øllum íðkarum, ið hava rygg- og vøddatrupulleikar til at fara til Bailine og fáa sær hjálp, tí tað riggar.

 

Book en prøvebehandling